Jólatræið í miðbýnum verður tendrað sunnudagin 29. novembur klokkan 17:00. Í hesum sambandinum verður væl umtókti Jólamarknaðurin á Seglloftinum.
Øll eru vælkomin at umbiðja sær borð til sølu av ymiskum heimagjørdum til jólar, við at venda sær til Kunningarstovuna á Tvøroyri (info@tvoroyri.fo ella tlf: 284480). Vit svara gerandisdagar millum 9-16.
Borðini eru ókeypis og tað eru tey, ið fyrst boða frá, ið sleppa framat. Seinasta freist at boða frá er mánadagin 23. novembur.