UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-03-2021

Framhaldandi fólkavøkstur á Tvøroyri

Á hugnaligari samkomu í skúlahøllini, í Ítróttarhøllini í Trongisvági, varð farna leygardag hátíðarhildið at býurin er vorðin heili 53 fólk ríkari, síðan 1. januar 2020. Av tí at koronafarsóttin áhaldandi hevur sett fótonglar fyri at fólk kunnu savnast, so hevur eingin móttøka verið av tilflytarum, síðan apríl í fjør.

(Sí fleiri myndir niðanfyri)

Longu tíðliga í 2020 sást, at okkurt var við at broytast í tilflytingarmynstrinum á Tvøroyri. Fleiri og fleiri barnafamiljur fluttu til býin og samstundis eru sera nógv børn fødd seinasta árið, ið eru heimahoyrandi á Tvøroyri. Heili 25 børn undir 1 ár vórðu, saman við familjuni, boðin til samkomuna. Av tí at tað ikki bar til hjá øllum at koma henda dag, verður eitt tiltak afturat – væntandi í komandi viku.

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin og helt eina røðu fyri teimum mongu gestunum. Børnini fingu hvør sína bók, við ævintýrunum hjá H.C. Andersen og tey vaksnu fingu gávukort til matstovurnar í býnum og eina prýðiliga konfekteskju, við væl smakkandi sjokulátu, ið Mariann Mikkjalsdóttir, í Trongisvági, hevði gjørt.

Ein sera góður dagur í Trongisvági, ið ber boð um bjartar tíðir fyri framman á Tvøroyri.

Her ber til at lesa røðuna, ið Anita Vibergsdóttir helt:

“Góðu tit øll

Tað er mær ein stór gleði, at vera við til hesa løtuna, har Tvøroyrar kommuna bjóðar tykkum vælkomnum, bæði nýbornum børnum, familjum og einstøkum borgarum. Hetta er fyri meg, bæði sum borgara og varaborgarstjóra, avgjørt ein av teimum betru løtunum. Tí er tað nakað vit her á Tvøroyri kunnu fegnast um, so er tað at kunna bjóða nýggjum borgarum vælkomnum í okkara kommunu, og at fólkatalið veksur.

Vegna smittuna, sum seinasta árið hevur sett allan heimin niður í ferð, so hevur tað ikki verið gjørligt at havt hetta tiltakið fyrr, men nú eru vit so her.

Tvøroyrar kommuna er ein góð kommuna at búgva í !

Her hava vit alt sum okkum tørvar fyri at kunna búleikast og trívast, bæði sum einstaklingar og sum familja.

Vit hava eitt stórt ynski um, at Tvøroyrar kommuna skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri, og allatíðina hava vit fyri eyga at trivnaðurin skal vera í hásæti.

Tað er umráðandi fyri eina kommunu sum okkara, at fólkatalið í kommununi økist.

Børnini eru framtíðin og serliga tað, at barnatalið hækkar, fegnast vit um!

Tit vilja geva børnunum tað besta, og tað vilja vit eisini sum kommuna. Vit vilja gera okkara til, at hetta dýrabara tilfeingi okkara fær góðar og tryggar karmar ímeðan tey vaksa upp.

Í fjør tóku vit nýggja partin av snotuliga barnagarðinum Mýrifípuni í brúk. 

Hetta var ein tiltrongd útbygging, og kunnu vit nú gleðast um, at við hesum tvífaldaðust ansingarplássini í kommununi, samstundis sum vit fingu fleiri nýggj arbeiðspláss í barnagarðinum.

Á Tvøroyri hava vit lagalig ansingargjøld og eina munagóða avsláttarskipan, bæði  í barnagarðinum og frítíðarskúlanum.

Vit hava ein góðan fólkaskúla við øllum tí, sum nútímans skúlaskapur krevur. Góðar og ungar lærarar, og góða undirvísing, men bygningarnir hava tænt fyri seg.

Býráði hevur samtykt, at farast skal undir fyrireikingar til at byggja nýggjan skúla, hetta hevur høga raðfesting, og fyrireikingararbeiðið er í gongd.

Pakkhús 4, ungdómshúsið hjá okkum, er eitt væl umtókt tilboð til børn og ung.

Somuleiðis hava vit eitt stórt og fjølbroytt úrval av øðrum frítíðartilboðum. Tað er neyvan nøkur kommuna á okkara stødd, sum hevur so nógv virkin ítróttar– og frítíðarfeløg, okkurt er til allar aldursbólkar.

Eg fari í hesum sambandi at nevna Frítíðarkortið, sum kommunan samtykti at øll børn undir 18 ár skuldu fáa. Hetta er ein stórur, fíggjarligur lætti hjá barnafamiljunum. Frítíðarkortið  er áljóðandi 2000,-kr og er ætlað til limagjøld til frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum í kommununi.

Tvøroyrar kommuna hevur eina væl útbygda heimasíðu, har allir neyðugir upplýsingar um kommunu- og tænastuviðurskifti eru til taks. Harafturat hava vit eisini eina vælvirkandi kunningarstovu í umsitingarbygninginum hjá kommununi. Er okkurt tit eru í iva um, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til kommununa.

Nógv av tykkum sum eru  samankomin her í dag, eru fødd og uppvaksin í kommununi. Tit hava verið burtur eina tíð, nomið tykkum útbúgving og arbeitt uttanlands, ella aðrastaðni í Føroyum.

Tit hava roynt flogið, funnið tykkum ein maka og fingið børn. Og nú tá pelarnir skulu sláast niður, hava tit leita aftur til heimstaðið, aftur til tað trygga og kenda. Heim aftur til Tvøroyrar, Trongisvágs, Froðbiar ella Ørðavíkar.

Hettar fegnast vit stórliga um, ikki bara vit sum kommuna, men sanniliga gleðast eisini tykkara nærmastu yvir at hava børn og barnabørn í nærheit.

Skaldið Pól F Joensen, yrkir so væl í Tvørasanginum:

”Tí urtin trívist best har rótin rann, og gamal har sum móðir aldi hann ”

Tað skal vera okkara ynski, at tit og tykkara fara at trívast væl her í býnum.

Til tykkum sum ikki hava búleikast her fyrr, vil eg siga, at tit skulu vera hjartaliga vælkomin. Antin tit eru komin í arbeiðsørindum eitt tíðarbil, ella av øðrum orsøkum.

Á Tvøroyri er gott at búgva.

Vit hava, sum eg fyrr havi sagt, alt okkum tørvar her í býnum.

Sjúkrahús, lækna, røktarheim, apotek, bankar, posthús, handlar, matstøð, samkomur og kirkju. Vit hava  SALT, eitt fjølbroytt mentanarlív og ikki minst eitt framkomið vinnulív. Men vit sakna grillvognin hjá Hannu.  Óivað havi eg gloymt okkurt, men arbeiði er til allar hendur.

Vit eru heppin at búgva í hesu náttúruperlu!

Vit skulu bara lata eyguni upp, varnast og síggja allan vakurleikan sum er rundan um okkum.

Vita hava viðarlundinar, Áargøtu, Oyrnafjall, Tjaldavík, Hvannhaga og Ósan. Umframt alt hetta hava vit eitt nýtt spælipláss, mitt í hjartanum í býnum.

Jú tað er deiligt og gott at búgva á Tvøroyri.

Hjartaliga vælkomin í Tvøroyrar kommunu, góðu tit øll  - tað er brúk fyri tykkum øllum!”

Anita Vibergsdóttir
varaborgarstjóri

 
Fleiri myndir av tiltakinum, eru at síggja á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her  Tvøroyrar Kommuna | Facebook
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo