Leygardagin 9. apríl, frá kl. 10:00 bjóðar Tvøroyrar kommuna eldra ættarliðnum til ein góðan morgunmat á Seglloftinum. Ætlanin er at tiltakið verður afturvendandi hvønn ársfjórðing og longu nú er greitt, at næsti morgunmatur á skránni verður leygarmorgun 27. august kl. 10:00 á Seglloftinum.
Leygardagin verður eisini høvi til at hoyra Trónd Enni syngja nøkur løg, Gudrid Nolsøe leggur leiðina framvið, fyri at fortelja eitt sindur um vælveruvenjingarnar 65+ og forkunnugur upplestur er eisini á skránni, tí Álvur Enni hevur játtað at verða við og lesa okkurt áhugavert upp.
Um framt góðan mat og tónleik v.m., so fer sjálvandi eisini at bera til at fáa eitt gott prát í hugnaligu umstøðunum á Seglloftinum. Allir borgarar 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir leygarmorgun.
Morgunmatur fyri eldra ættarliðið er liður í eldraátøkunum, ið Tvøroyrar kommuna hevur havt á skrá seinastu árini. Endamálið er at skapa trivnað millum eldri borgarar í Tvøroyrar kommunu.