UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-08-2022

Fótbóltskúlin hjá TB 20 ár á baki

Enn eitt væl eydna fóltbóltskúla ár er enda, og sum vanliga hevur verði árini frammanundan, hevur aftur í ár verði full tekna, við 150 luttakandi børnum.  
 
 
 
 
Í ár eru tað annars 20 ár síðani, at TB Tvøroyar Bóltfelag tók stig til at skipa fyri fótbóltskúla. Og sigast , at undirtøkan er sera góð.
 
Fótbóltskúlin savnar ungdómar úr øllum landinum til 3 dagar mennandi fóltbóltsdagar við Stórá í Trongisvági, har pláss eisini er fyri hugna og gaman. 
  
  
Í fjørð var fótbóltsskúlin við Stórá heiðraður og kosin ársins Ítróttatiltak á Ítrótatarfagnaðinum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum handaði ein gávu kekk til fótbóltskúlan við Stórá.  
 
 Jenis av Rana og Allan Smedemark ársins Ítróttarátak 2021
 
 
 
Fótbóltskúlin skrivar at: 
 
Fóltbóltskúlin hevur einans royndir og tilkomnir venjarar um børnini, og kunna foreldrini kenna seg trygg í góða umhvørvinum við Stórá. Seinastu árini er fóltbóltskúlin vorðin so væl umtóktur, at venjarar úr øðrum feløgum kring um í Føroyum bjóða seg fram, at hjálpa til, og er hetta til stóra hjálp og gleði; Takk fyri tað, tit øll..... 
 
 

Venjaratoymið hjá Fótbóltsskúlanum er manna av navnframum fótbóltsprofilum & legendum. Hesi eru tey, ið gera hetta tiltak gjørligt og eiga vit teimum eitt óendaligt takksemið. (eisini teimum, ið ikki eru á myndini)

 
 
Á fótbóltsskúlanum verður dentur lagdur á, at hvør einstakur leikari fær avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á. 
 
Dentur verður altíð lagdur á, at luttakararnir fáa góða og mennandi venjing, men tó verður eisini lagdur stórur dentur á tað sosialu samverðuna, har ímillum annað skipa verður fyri hugna um kvøldanar við tónleiki, spølum o.ø. Eisini bjóðar fótbóltsskúlin øllum luttakarum frukt, drekka og døgurða allar daganar.

Eisini hevur Fótbóltskúlin øll árini lagt seg eftir at fáa spennandi og dugnaligar útlendskar venjarar við royndum at skipa fyri grundleggjandi fótbóltspæli. Venjarar hava verði úr DBU í Danmark, Real Madrid í Spanien og VFB Stuttgart í Týsklandi. Í 2021 stóð Helen Nkwocha á odda fyri Fótbóltsskúlanum. Helen fyrsti kvinnuligi venjari hjá einum besta liðið í Føroyum og í Evropa hetta árið.  

Fótbóltsskúlin hevur eisini tætt samstarv við Craig Dean, sum í dag starvast hjá Premier League felagnum Leeds United í Onglandi, har hann er leiðari fyri menningina av ungum talentum. Craig Dean spældi við TB í 2002, og er eitt kent navn í Premier Leauge, við einari fortíð hjá Manchester United-unglingunum. Hansara tíð, sum ungdómsleikari í stórfelagnum Manchester United, var við árganginum 1975. Og hevur hann spælt við kendum leikarum sum Gary og Phil Neville, Nicky Butt, Paul Scholes, David Beckham, Ryan Giggs, Robbie Savage, Keith Gillespie og Jovan Kirovski.  Craig Dean hevur øll árini, síðan hann spældi við TB í 2022 hildið vinarbond á Tvøroyri, og stillar fegin upp við ynskið um at vera partur av Fóltbóltskúlanum hjá TB. 

At skipa fyri fótbóltsskúla ber einans til við hjálp av nógvu eldsálunum kring Tvøroyrar bóltfelag. Hesi stilla dúguliga upp á hvørjum ári og skipa fyri, venjingum, matgerð og onnur praktisk viðurskiftir. Stóra tøkk og rós fyri tað til tykkum øll.  

Fóltbóltskúlin takkar øllum luttakarum fyri enn eitt gótt fólbóltskúla ár, við ynskið um bestu eydnu til tykkum øll. 
Okur síggja aftur við Stórá í 2023.
 
 
Meir kann lesast um Fótbóltskúlan við Stórá her 

 
Tvøroyrar kommuna stuðlar fótbóltsskúlan við Stórá og takkar fyriskiparum, venjarum og øðrum, ið hjálpa til. Uttan tykkara íkast, var ikki møguligt at skipa fyri fotbóltsskúla við Stórá.
 
Tvøroyrar kommuna 12. august 2022 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo