Á hesari síðuni finnur tú alt tilfar í sambandi við húsabygging. Tú kanst skriva teg á bíðilista til grundstykki og søkja um byggiloyvi.
Her eru eisini upplýsingar um bústað.
Her er eitt yvirlit yvir tilboð og møguleikar innan frítíðar- og mentanarlív í kommununi.
Her verður eisini kunnað um, hvussu ítróttahøllin verður útleigað og hvussu tú søkir um loyvi til at selja t.d. pylsur á jóansøku.
2. hvítusunnudag, mánadagin 29. mai kl. 11:00, skipa kirkjur og bønhús í Suðuroyar norðara prestagjaldi fyri útigudstænastu við Stórá í Trongisvági.
Børnini hoyra eina søgu, Tvøroyrar Hornorkestur luttekur og kirkjuráðini bjóða ein drekkamunn og okkurt søtt, til børnini, aftan á gudstænastuna.
Tvøroyrar Kirkja hevur fyri stuttum ognað sær eitt sokallað tulkingarsett, ætlað teimum, ið ikki skilja føroyskt. Við hesum setti ber til hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at fylgja við gudstænastuni.