UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-05-2024

NÁMSFRØÐINGAR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI

Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, 20, 30 ella 40 tímar um vikuna og at byrja 5. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Lesandi ið verða liðug við lesnað, summar 2024, eru vælkomin at søkja.

Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur við námsfrøðingum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.

Stovnslýsing:

Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.  

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti: 

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita: 

Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.

Umsókn

Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl.12.00.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.  

 
 

 Tvøroyrar Kommuna

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo