15. februar høvdu vit vitjan av Felisiu Helmsdal, høvuðsbryggjara á Ástaklokkuni, ið lærdi okkum at gera villar sodavatnir!
Tað serliga við hesum sodavatnunum er, at vit ikki brúka kolsýru, men lata náttúruna gera arbeiðið! Á skeiðinum lærdu vit at gagnnýta ymsar fruktir, blómur og aðrir ávøkstrar og teirra natúrligu mikroorganismur, til at seta í gongd eina fermentering, sum skapar fjølbroyttar smakkir og gevur drykkinum brús.
Eisini fingu vit ein "ginger bug" við heim – ein fermenteringsstartari gjørdur úr ingifer, sum kann nýtast til at bryggja fleiri spennandi drykkir heima.
👉 Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli heimasíða
👉 Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli á Facebook