5. september 2026

Framtíðar heilsumiðstøð í Suðuroynni

Nú málið um heilsumiðstøð í Suðuroynni hevur fingið størri almennan og fjølmiðlaligan áhuga, ynskir Tvøroyrar kommuna at lýsa orsøkina, endamálið og gongdina í málinum.

Tað er týdningarmikið, at málið verður sæð í sínum rætta samanhangi. Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð er ikki sprottin úr einum ynski um eina ávísa staðseting, men úr einum fakligum tørvi á at framtíðartryggja kommunulæknatænastuna í Suðuroynni. 

Upprunin til málið

Tann 30. desember 2024 tóku tá verandi og komandi kommunulæknar undir útbúgving stig til fund í SALT við borgarstjórar og onnur kommunuumboð úr allari Suðuroynni. Endamálið var at umrøða kommunulæknastøðuna og teir karmar, sum skulu til fyri at tryggja eina støðuga, væl mannaða og framtíðartryggjaða kommunulæknatænastu í oynni.

Øllum kunnugt, hevur í longri tíð verið sera trupult at manna tey fýra kommunulæknastørvini í Suðuroynni við føstum læknum. Hetta hevur havt við sær, at nógvir suðuroyingar í tíðarskeiðum hava verið noyddir at fyrihalda seg til skiftandi avloysarar í læknaviðtalunum. Tá sami lækni ikki fylgir sjúklinginum yvir longri tíð, kann tað hava við sær vantandi kontinuitet í viðgerð og uppfylging. Skiftandi avloysarar hava eisini í summum førum ført til málsligar avbjóðingar og ótryggleika hjá borgarum, og í ávísum tíðarskeiðum hevur læknamangulin verið so álvarsligur, at tað hevur verið trupult at tryggja nøktandi atgongd til kommunulækna.

Á fundinum varð víst á, at arbeiðsbyrðan og vaktarbyrðan eru stórar, og at einsemi og vantandi fakligt umhvørvi gera kommunulæknastørvini í Suðuroynni minni dragandi, serliga fyri yngri læknar. Samstundis varð upplýst, at tríggir læknar undir útbúgving hava ynski um at venda aftur til Suðuroynna, men at nøktandi arbeiðsumstøður eru ein avgerandi fortreyt fyri hesum.

Kjarnin í málinum er at skapa karmar, sum gera tað møguligt at rekrutera og varðveita fastar kommunulæknar í Suðuroynni og harvið tryggja borgarunum eina støðuga, samanhangandi og framtíðartryggjaða læknatænastu.

Fakliga niðurstøðan frá fundinum var greið. Læknarnir mæltu til eina nýggja, felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna, har læknarnir kunnu arbeiða undir einum taki. Teir vístu á fyrimunir sum fleiri starvsfelagar, eitt sterkari fakligt umhvørvi, felags undirvísing og menning, betri møguleikar fyri frítíð og avloysing, felags nýtslu av dýrari útgerð og betri møguleikar fyri at hava útbúgvingarlæknar í starvi.

Í fundarfrágreiðingini verður eisini staðfest, at læknarnir ikki mettu tað vera nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri fyri at framtíðartryggja tænastuna.

Sostatt var tað tørvurin á at loysa eina langvarandi rekrutterings-, kontinuitets- og arbeiðsumhvørvisavbjóðing í kommunulæknatænastuni, sum setti arbeiðið við einari framtíðar heilsumiðstøð í gongd 

Læknarnir tóku ikki støðu til sjálva staðsetingina. Í fundarfrágreiðingini frá 30. desember 2024 stendur, at staðsetingin ikki varð umrødd, tí hetta var ein spurningur, sum kommunurnar máttu taka støðu til.

„Fundarfrágreiðingin vísir á, at læknarnir vóru samdir um, at fyri at betra um umstøðurnar, skal ein nýggj læknamiðstøð fyri alla oynna byggjast. Tað er ikki nøktandi at betra um og útbyggja núverandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri.“

Felags fyrireikingar í Suðuroynni

Sum framhald av hesum fóru umboð fyri kommunurnar og kommunulæknar tann 10. apríl 2025 at vitja fleiri læknamiðstøðir norðanfjørðs. Vitjað varð í Berjabrekku, Kirkjustræti, Runavík, Klaksvík og á Norðskála.

Endamálið var at fáa innlit í, hvat riggar væl og minni væl í nýggjari læknabygging, og hvørji viðurskifti eiga at verða raðfest. Millum annað varð dentur lagdur á góð og rúmlig kanningarrúm, lætta atkomu, góð parkeringsviðurskifti, fundar- og undirvísingarhøli, dagsljós, arbeiðsumhvørvi og møguleikan fyri samstarvi millum fleiri læknar.

Í mai 2025 gjørdu læknarnir aftur greitt, at teirra fakliga ynski var komið fram bæði skrivliga og munnliga, og at næsta stigið var, at kommunurnar tóku ábyrgd av at finna eina felags loysn.

Ein ítøkilig loysn varð ment á Tvøroyri

Tá eingin felags staðseting ella ítøkilig verkætlan var komin burtur úr fyrstu felags tilgongdini, fóru Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur undir at kanna, hvussu fakliga ynskið hjá kommunulæknunum kundi gerast til eina ítøkiliga verkætlan.

Kommunurnar, sum frammanundan samstarva um læknamiðstøðina á Tvøroyri, vendu sær til BRIM Arkitektar, sum hava royndir á økinum, við einari verkætlanarlýsing. Endamálið var at fáa ment eina loysn, sum tók støði í tørvinum og ynskjunum hjá kommunulæknunum frá fundinum í SALT 30. desember 2024 og í royndunum frá vitjanunum á læknamiðstøðum norðanfjørðs.

BRIM gjørdi síðani eitt uppskot til nýggja heilsumiðstøð, sum tók støði í hesum fakliga grundarlagi. Tann 15. mai 2025 varð uppskotið lagt fram fyri kommunulæknum og heilsustarvsfólkum. Fundarfrágreiðingin vísir, at uppskotið varð væl móttikið og í høvuðsheitum mett at lúka tey funktiónellu krøvini og ynskini, sum læknarnir høvdu lýst. Læknarnir staðfestu samstundis, at sjálv staðsetingin var ein politisk avgerð.

Tvøroyrar býráð samtykti 2. juni 2025 einmælt at arbeiða víðari við málinum. Eftir fund við Heilsumálaráðið sendu Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur síðan 8. juli 2025 eina formliga umsókn um loyvi at arbeiða víðari við ætlanini um eina nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri.

Nýggj lóggáva setti nýggjar karmar

Løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025 um heilsutænastur í nærumhvørvinum kom í gildi 1. juni 2025. Samstundis varð Suðuroy skipað sum Heilsuøki 5 við øllum sjey kommununum í oynni.

Lógin ásetur millum annað, at landsstýrisfólkið, í samráð við kommunurnar, tekur avgerð um tal og staðseting av heilsumiðstøðum. Kommunurnar skulu útvega og viðlíkahalda hølini og senda landsstýrisfólkinum felags uppskot um bygging, umbygging, útbygging ella leigu. Landsstýrisfólkið góðkennir byggi- og hølisætlanirnar.

Tá Heilsumálaráðið 1. oktober 2025 svaraði fyrstu umsóknini frá Tvøroyri, Hvalba og Fámjin, vísti ráðið á § 5 og boðaði frá, at ráðið metti seg hava tørv á einum felags uppskoti frá øllum kommununum í Heilsuøki 5, áðrenn málið kundi viðgerast víðari.

Allar kommunurnar vórðu bodnar við

Við støði í hesum sendu Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur 5. desember 2025 eitt hoyringarskriv til Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur. Har varð ætlanin løgd fram saman við fakliga grundarlagnum frá kommunulæknunum, BRIM-uppskotinum og svarinum frá Heilsumálaráðnum. Allar kommunurnar í Suðuroynni vórðu bodnar við í eina felags og framtíðartryggjaða verkætlan, grundaða á ynskini og tilmælini frá fundinum 30. desember 2024, við uppskoti um felags ognarskap og kostnaðarbýti.

Hov, Porkeri, Vágur og Sumba svaraðu 31. desember 2025, at tær heldur ynsktu at byggja víðari á verandi heilsumiðstøð í Vági og bjóðaðu hinum kommununum at koma upp í ta verkætlanina.

Svarið varð viðgjørt á felagsfundi hjá Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunum 8. januar 2026. Har samtyktu kommunurnar einmælt at halda fram við ætlanini um eina nýggja og tíðarhóskandi heilsumiðstøð.

Í viðgerðini varð serliga víst á fakliga tilmælið frá kommunulæknunum um eina nýggja, felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna, og á teirra meting um, at tað ikki var nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri.

Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur hildu tí fast við, at framtíðar loysnin eigur at byggja á hetta fakliga grundarlagið og hava sum høvuðsendamál at tryggja eina væl mannaða og framtíðartryggjaða kommunulæknatænastu fyri alla Suðuroynna.

Kommunurnar sendu tí eina nýggja áheitan til Heilsumálaráðið um at fáa loyvi at byggja eina nýggja og tíðarhóskandi heilsumiðstøð á Tvøroyri, grundaða á tørvslýsingina, ynskini og tilmælini frá kommunulæknunum og við tí endamáli at nøkta tørvin hjá borgarum í allari Suðuroynni.

Landsstýriskvinnan skal taka støðu til staðsetingina

Í skrivinum 14. juli 2026 boðaði Heilsu- og orkumálaráðið frá, at landsstýriskvinnan metir tað vera skilabest, at tað verður ein tíðarhóskandi heilsumiðstøð í Suðuroynni til gagns fyri allar borgarar í oynni.

Ráðið vísir eisini á, at hetta samsvarar við ynski hjá kommunulæknum og læknum undir útbúgving, sum ynskja at starvast í Suðuroynni eftir lokna útbúgving. Sjálv avgerðin um staðsetingina verður sambært skrivinum tikin av landsstýriskvinnuni við heimild í § 3, stk. 2 í lógini.

Áðrenn avgerðin verður tikin, bað ráðið kommunurnar um upplýsingar um fígging, pláss til kommunulæknar og aðrar tænastur, framtíðar útbygging, tíðarætlan og hvussu verandi virksemi kann halda fram undir bygging ella umbygging. Býráðslimirnir á Tvøroyri vórðu kunnaðir um hetta 15. juli, og málið varð síðani fyrireikað til politiska viðgerð.

Tvøroyri, Hvalba og Fámjin hava lagt fram eina ítøkuliga loysn

Í felagssvarinum 26. august 2026 hava kommunurnar greitt frá, at ætlanin kann skipast annaðhvørt við kommunalum eigaraskapi ella við langtíðar leigu av einum endamálsbygdum bygningi. Endalig støða til fíggingarleist verður tikin eftir eina samlaða fakliga, fíggjarliga og løgfrøðiliga meting.

Fyriliggjandi uppskot hevur fimm læknaviðtalur og rúm til fýra kommunulæknar umframt útbúgvingarlækna, avloysara ella framtíðar vøkstur. Harumframt eru felags-, kanningar-, viðgerðar-, starvsfólka- og undirvísingarhølir partur av ætlanini, og byggigrundin skal leggjast til rættis við møguleika fyri seinni útbygging.

Mett verður, at ein nýggj heilsumiðstøð kann vera liðug umleið 24–30 mánaðir eftir, at endalig avgerð um staðseting er tikin og formella verkætlanargongdin er farin í gongd. Við teirri fyribils tíðarætlan, sum nú fyriliggur, er málsetningurin, at hon kann takast í nýtslu í øðrum ársfjórðingi 2029. Verandi læknavirksemi kann halda fram í núverandi hølum, meðan nýggi bygningurin verður gjørdur.

Apotekið er ein seinni møguleiki – og ikki upprunin til verkætlanina

Í almennu umrøðuni hevur møguleikin fyri at hava apotek í sama bygningi eisini verið nevndur.

Tað er tó týdningarmikið at gera greitt, at apoteksviðurskiftini vóru ikki orsøkin til, at arbeiðið við heilsumiðstøðini byrjaði. Verkætlanin hevði longu tikið skap við støði í kommunulæknastøðuni og læknaliga tilmælinum, áðrenn trupulleikarnir við verandi apoteksbygningi gjørdust aktuellir.

Møguleikin fyri apoteki er seinni lagdur afturat sum ein møgulig samlokalisering, um Apoteksverkið og myndugleikarnir meta hetta vera skynsamt. Í felagssvarinum frá august 2026 verður beinleiðis staðfest, at apoteksvirksemið í so fall verður ein rakstrarliga og fíggjarliga sjálvstøðugur partur av verkætlanini.

Endamálið hevur alla tíðina verið tað sama

Tvøroyrar kommuna metir, at tað er týdningarmikið, at fáa fram, at staðsetingin er ein týdningarmikil avgerð, men er ikki upprunin til málið.

Upprunin er tann fakliga áheitanin frá verandi og komandi kommunulæknum um at skapa karmar, sum kunnu tryggja, at Suðuroy eisini í framtíðini hevur eitt støðugt, væl mannað og fakliga sterkt kommunulæknatilboð.

Ætlanin á Tvøroyri er ein ítøkilig loysn, sum Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur hava ment við støði í hesum fakliga grundarlagi og teimum krøvum, sum nýggja lóggávan setur.

Tað er nú upp til landsstýriskvinnuna, í samráð við kommunurnar og við støði í tí samlaða fakliga og lógliga grundarlagnum, at taka avgerð um staðsetingina.

Yvirskipaða málið eigur at vera at finna ta loysn, sum á besta og mest haldføra hátt framtíðartryggjar kommunulæknatænastuna og aðrar heilsutænastur fyri allar borgarar í Suðuroynni. Í hesum sambandi eigur stórur dentur at verða lagdur á fakligu tilmælini frá kommunulæknum og øðrum heilsufakfólkum, fyri at skapa støðufesti við at rekrutera og varðveita fastar kommunulæknar.

Tvøroyrar kommuna
Kristin Michelsen
Borgarstjóri