11. september 2026

Nýggjastu hagtølini vísa, at fólkatalið í Tvøroyrar kommunu minkaði við 36 fólkum frá 1. august 2025 til 1. august 2026. Hetta svarar til eina minking á 2,1 prosent. Tað er ein gongd, sum kommunan tekur í álvara.

Fólkatalið er ein týðandi ábending um gongdina, men talið kann ikki standa einsamalt. Skulu vit fáa eina rættvísa mynd av støðuni, mugu vit eisini hyggja at flytingarmynstrinum, aldursbýtinum, arbeiðsvirkseminum og inntøkugrundarlagnum.

Hvat liggur aftan fyri minkingina?

Av samlaðu minkingini stavar størsti parturin frá innlendis flytingum. Kommunan hevði eitt nettotap á 33 fólk í flytingum til og úr øðrum føroyskum kommunum.

Hinvegin var gongdin mótvegis útlondum positiv. 50 fólk fluttu til kommununa úr útlondum, meðan 43 fluttu av landinum. Nettoflytingin mótvegis útlondum var sostatt plus sjey fólk.

Harumframt vórðu 11 børn fødd, meðan 21 fólk doyðu. Burðaravlopið – munurin millum fødd og deyð – var tí minus 10.

Tað er neyðugt at fáa nærri greiðu á, hvørji tey fráfluttu eru. Á hvørjum ári flyta ung úr kommununi til Havnar ella uttanlands í sambandi við útbúgving. Tey eru ofta ikki komin út á arbeiðsmarknaðin, og tað er í sjálvum sær bæði natúrligt og jaligt, at ung fara út at nema sær útbúgving.

Avgerandi spurningurin er, um tey seinni fáa møguleika og hug at venda heim aftur. Tí verður eisini kannað, um fráflytingin seinasta árið í størri mun enn vanligt fevnir um barnafamiljur, fólk í arbeiðsførum aldri ella aðrar aldursbólkar.

Fleiri lønarkrónur og óbroytt tal av fólkum í arbeiði

Hóast fólkatalið minkaði, vísa onnur hagtøl eina jaligari búskaparliga gongd.

Samlaða útgoldna A-skattaða lønin hjá borgarum í Tvøroyrar kommunu vaks úr 313,3 mió. kr. í 12-mánaðarskeiðinum august 2024–juli 2025 upp í 335,8 mió. kr. í august 2025–juli 2026.

Talan er um ein vøkstur á 22,5 mió. kr. ella 7,2 prosentum. Til samanberingar vaks útgoldna A-skattaða lønin í Føroyum sum heild við 6,1 prosentum.

Í juli 2025 vóru 860 fólk við bústaði í Tvøroyrar kommunu skrásett í arbeiði. Í juli 2026 var talið framvegis 860. Arbeiðsvirksemið millum borgarar í kommununi er sostatt ikki minkað samsvarandi fólkatalinum.

Tølini skulu kortini tulkast við fyrivarni. Lønarvøksturin er uppgjørdur í ársins prísum og kann millum annað stava frá vanligum lønarhækkingum, yvirtíð og broytingum í vinnu- og arbeiðsviðurskiftum. Kortini vísa tølini greitt, at fólkatalsminkingin ikki samstundis hevur havt við sær eina tilsvarandi afturgongd í arbeiði og samlaðum lønarinntøkum.

Størsta avbjóðingin er at skapa fleiri møguleikar

Ein høvuðsavbjóðing hjá Suðuroynni er, at ov fá fjølbroytt størv eru til tey, sum hava nomið sær útbúgving og ynskja at venda heim. Tað er tí ikki nóg mikið bert at staðfesta, at ung flyta. Dentur má eisini leggjast á, hvussu betri karmar og møguleikar eru fyri, at tey kunnu venda aftur til góð størv, bústað og eitt trygt gerandislív í Suðuroynni.

Tvøroyrar kommuna arbeiðir tí framhaldandi við at styrkja vinnulívið, skapa góðar karmar fyri familjur og menna kommununa sum eitt attraktivt stað at búgva, virka og venda heim aftur til.

Suðuroyartunnilin kann broyta fortreytirnar grundleggjandi

Eitt fast samband millum Suðuroynna og meginøkið kann grundleggjandi broyta búsetingar- og arbeiðsmøguleikarnar í oynni.

Við Suðuroyartunlinum kann Suðuroyggin gerast partur av einum felags føroyskum arbeiðsmarknaði. Tá verður í nógv størri mun møguligt at búgva í Suðuroynni og arbeiða aðrastaðni í Føroyum, uttan ta dagligu avmarking, sum Suðuroyarfjørður gevur í dag. Fast samband kann eisini gera tað lættari hjá fyritøkum, almennum stovnum og nýggjum vinnum at staðseta størv og virksemi í Suðuroynni.

Tað er tí gleðiligt, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur staðfest, at kósin er sett, og at Suðuroyggin skal hava fast vegasamband við meginøkið.

Ein avbjóðing – men eisini ein jalig búskaparlig gongd

Tá hetta er sagt skal eisini viðmerkjast, at Tvøroyrar kommuna hevur ongan áhuga í at burturforklára fólkatalsminkingina. Hon er ein verulig avbjóðing, sum krevur nærri greining og miðvís átøk.

Aftan fyri hesi tøl eru menniskju og lívssøgur. Við eyðmýkt og virðing minnast vit tey, sum ikki longur eru okkara millum. Tey hava á hvør sín hátt verið partur av okkara býi, lagt lunnar undir samfelagið og slóðað fyri teimum ættarliðum, sum koma aftaná. Nú tey eru farin um sýn, stendur eftir tað, sum tey vóru, gjørdu og góvu okkara lokalsamfelagi. Tí er talan ikki bert um eitt tal í einum hagtali, men um menniskju, sum hava havt týdning fyri familju, vinir og samfelag. Samstundis frøðast vit um hvønn nýføðing og hvønn nýggjan borgara, sum setur búgv í kommununi, og ynskja teimum øllum vælkomin.

Men ein rættvís lýsing av støðuni eigur eisini at vísa, at talið av fólkum í arbeiði er óbroytt, at samlaða útgoldna lønin er vaksin meira enn landsmiðal, og at nettoflytingin mótvegis útlondum er positiv.

Samlaða myndin er tí ikki "bara" ein søga um 36 færri íbúgvar. Hon er eisini ein søga um eitt støðugt arbeiðsvirksemi, vaksandi lønarinntøkur og stórar framtíðarmøguleikar, tá Suðuroyggin verður knýtt at restini av landinum við føstum sambandi.