Stórar broytingar eru farnar fram í leiðsluni og nevndunum í Varða-samtakinum seinastu mánaðirnar, og eitt nýtt ættarlið er nú komið til.
Bogi Jacobsen er farin frá sum stjóri í P/F Varðanum eftir seks ár í starvinum, og Ólavur Bjarkhamar er farin úr starvinum sum virkisleiðari hjá P/F Varðanum Pelagic eftir at hava havt ein týðandi leiklut í rakstrinum og menningini av virkinum á Tvøroyri, síðan virkið byrjaði.
Í sambandi við ættarliðsskiftið hava Per Dávidsson Jacobsen, Poul Arni Jacobsen og Arni Rasmussen tikið sæti í nevndini. Sámal Joensen er fyribils stjóri í P/F Varðanum, meðan Jákup Eli Thomsen hevur tikið við sum stjóri í P/F Varðanum Pelagic.
Tvøroyrar kommunu vil hervið takka fráfarandi nevnd og leiðslu fyri tað góða, álitisfulla og konstruktiva samstarvið, sum hevur verið gjøgnum árini, og fyri tað stóra arbeiðið, sum er lagt í menningina av virkseminum á Tvøroyri.
Samstundis ynskir kommunan nýggju nevndini og leiðslunum blíðan byrð og hepna hond við tí stóra áliti og teimum týðandi uppgávum, sum liggja fyri framman.
Varðin Pelagic hevur ein heilt serligan týdning fyri Tvøroyri. Virkið er eitt av okkara týdningarmestu arbeiðsplássum, eitt vinnuligt lokomotiv og ein týðandi partur av framtíðarmøguleikunum í kommununi, Suðuroynni og Føroyum sum heild.
Tvøroyrar kommuna sær við spenningi og stórum áliti fram til framhaldandi gott, tætt og konstruktivt samstarv við bæði P/F Varðan og P/F Varðan Pelagic, og ynskjir nýggju nevndini og leiðslunum enn einaferð blíðan byrð og bestu eydnu við at føra samtakið víðari – við Tvøroyri sum einum týðandi parti av framtíðar menningini.
Kristin Michelsen
borgarstjóri