Tvøroyrar býráð hevur 26. november 2026 endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2027. Við lægri kommunuskatti, hægri barnafrádrátti og málrættaðum íløgum tekur kommunan ítøkilig stig til at styrkja búsetingina og fyrireika seg til teir nýggju menningarmøguleikarnar, sum Suðuroyartunnilin kann skapa.
Við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2027 tekur Tvøroyrar kommuna ítøkilig stig til at styrkja búsetingina, venda fráflyting til tilflyting og eggja ungum og barnafamiljum til at seta búgv í kommununi.
Kommunuskatturin verður lækkaður úr 20,90 % niður í 20,80 %.
Barnafrádrátturin verður hækkaður við 50 %, úr 10.000 kr. upp í 15.000 kr. fyri hvørt barn.
Børn og ung, ið eru fevnd av frítíðarkortsskipanini, fáa framvegis 2.000 kr. árliga til ítróttarligt og mentanarligt virksemi.
Nýggi barnafrádrátturin er 25 % hægri enn hægsti kommunali barnafrádrátturin í Føroyum í 2026.
Fyri eina familju við tveimum børnum og einari samlaðari árligari skattskyldugari inntøku á 800.000 kr. merkja skattligu broytingarnar ein skattalætta á 10.740 kr. um árið, svarandi til 895 kr. meira at ráða yvir um mánaðin.
Tvøroyrar kommuna hevur nógv at bjóða teimum, sum ynskja at seta búgv kring náttúruvakra Trongisvágsfjørð.
Byggilendi fyri 265 kr./m², íroknað vatn- og kloakkíbindingargjald.
Ókeypis barnaansing fyri triðja barnið og hareftir.
Blæður og matarskipan íroknað barnaansingargjaldinum.
Forskúlatilboðið Gluggin, sum skapar eina trygga brúgv millum dagstovn og skúla.
Ókeypis skúlabusskoyring millum heim, skúla og frítíðarskúla um alla sóknina.
Ókeypis almenn svimjing hjá borgarum í kommununi.
Góð atgongd til Ítróttarhøllina í Trongisvági.
Eitt ríkt og fjølbroytt ítróttar-, mentanar- og frítíðarlív.
Í Mýrifípuni fáa børnini breyð og viðskera til miðmála tríggjar dagar um vikuna, umframt dagligar millummálar við frukt og løttum viðskera. Maturin verður gjørdur til í køkinum í Mýrifípuni.
Saman við góðum kommunalum og almennum tænastum, Suðuroyar Sjúkrahúsi, einum fjølbroyttum handils- og vinnulívi, ríkari mentan, søgu og stórbærari náttúru eru góðar fortreytir fyri einum tryggum og virknum familjulívi.
Við fíggjarætlanini fyri 2027 heldur Tvøroyrar kommuna fram við at gera málrættaðar íløgur í barnaansing, skúlar, ítrótt, miðbýarmenning, kommunalar bygningar, grønt orkuskifti, vinnuøki, havnaviðurskifti og tekniskt undirstøðukervi.
Fíggjarligu høvuðstølini fyri 2027 eru:
Fíggjarlig viðurskifti | FÆ2027 |
|---|---|
Skattir og flytingar | 108,23 mió. kr. |
Vanligur nettorakstur | 99,49 mió. kr. |
Rakstur og rentur | 103,20 mió. kr. |
Rakstraravlop | 5,03 mió. kr. |
Nettoíløgur | 26,62 mió. kr. |
RLÚ-úrslit | −21,59 mió. kr. |
Mett nettoskuld við árslok 2027 | 59,49 mió. kr. |
Mett skuldarlutfall | 52,7 % |
Fíggjarligi málsetningurin hjá kommununi er at halda nettoskuldini innan fyri 50 % av einari álíkning. Endaliga skuldarlutfallið er treytað av fíggjarstøðuni við árslok 2026, og fíggjargongdin verður tí fylgd neyvt.
Nú útlit eru fyri, at Suðuroyartunnilin verður veruleiki, fyrireikar Tvøroyrar kommuna seg longu nú til teir stóru og góðu møguleikarnar fyri framburði, vøkstri og tilflyting, sum eitt fast samband kann skapa.
Við einum føstum sambandi verður munandi lættari at búgva og virka kring náttúruvakra Trongisvágsfjørð, uttan í sama mun sum í dag at vera avmarkaður av ferðaætlanum, veðurlíkindum og vantandi føstum sambandi.
Borgarar og vinnulív fáa betri møguleikar at taka lut á jøvnum føti við okkara góðu grannar norðanfyri og gerast ein meira samantvinnaður partur av føroyska arbeiðs-, útbúgvingar-, handils- og tænastumarknaðinum.
Tvøroyrar kommuna ynskir ikki at bíða eftir Suðuroyartunlinum, men longu nú at skapa góðar fortreytir fyri at gagnnýta framtíðar menningarmøguleikarnar.
Málið er at vera ein livandi, kappingarfør og innbjóðandi kommuna, har borgarar og vinnulív eru í fremstu røð, og har trivnaður, mentan, ítróttur, søga, náttúra og dygdargóðar tænastur ganga hond í hond.
Tvøroyri – eitt gott stað at búgva, virka, trívast og skapa sær eina framtíð.
Í hjálagda kunningartilfarinum niðanfyri ber til at lesa meira um samtyktu fíggjarætlanina, rakstur, íløgur, skattlig roknidømi, bústaðarmøguleikar, kommunalar tænastur og framtíðar menningarmøguleikar.
Tvøroyri – her er rúm fyri framtíðini.