Tvøroyrar kommuna fær av og á fyrispurningar um hýruvognskoyring og um, hvussu ein kann fáa loyvi til at koyra hýruvogn í kommununi.
Hýruvognskoyring er vinnuligur fólkaflutningur við motorakfari, sum er góðkent og innrættað til flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin íroknaður. Til slíka koyring krevst hýruvognsloyvi frá kommununi.
Reglurnar byggja á løgtingslóg um hýruvognskoyring og standard hýruvognsreglugerðina, sum áseta nærri treytir fyri loyvum, akførum, útgerð, nýtslu og gjøldum.
Hýruvognsloyvi verður givið av býráðnum í Tvøroyrar kommunu.
Áðrenn loyvi verður givið, skal loyvið vanliga verða lýst leyst, soleiðis at áhugaðir umsøkjarar kunnu søkja. Umsóknirnar kunnu harumframt verða sendar til ummælis hjá viðkomandi vinnufelag ella vinnurekandi, áðrenn býráðið tekur støðu.
Loyvið verður givið tí umsøkjaranum, sum býráðið metir vera best skikkaðan, og sum lýkur treytirnar fyri at reka hýruvognskoyring.
Hýruvognsloyvi kann bert gevast einstaklingi. Loyvið er persónligt og kann ikki seljast, leigast, lænast, pantsetast, arvast ella á annan hátt flytast til annan persón.
Ein persónur kann vanliga bert hava eitt hýruvognsloyvi til ein hýruvogn. Í serligum føri kann sami persónur fáa fleiri loyvi, um tørvur er á fleiri hýruvognum, og eingir aðrir skikkaðir umsøkjarar eru.
Umsøkjari skal hava førarabræv til fólkaflutning móti gjaldi.
Har tað letur seg gera, skal loyvið verða nýtt sum fulltíðarvinna.
Býráðið ásetir talið av hýruvognsloyvum í kommununi. Í metingini verður m.a. hugt at:
hvussu nógv hýruvognsloyvi longu eru í kommununi,
hvussu verandi loyvi verða nýtt,
tørvinum á eini rímiligari hýruvognstænastu til borgarar og vitjandi,
møguleikanum fyri rímiligari inntøku hjá teimum, sum reka hýruvognsvinnu.
Hetta merkir, at tað ikki er ein sjálvfylgja, at nýtt loyvi verður givið, hóast umsøkjarin lýkur persónligu treytirnar. Kommunan skal eisini meta um tørvin á tænastuni og samlaða talið av loyvum.
Hýruvognsloyvi verður givið fyri 5 ár í senn.
Loyvið kann endurnýggjast, um loyvishavarin ikki grovt ella ofta hevur brotið reglurnar í hýruvognsreglugerðini ella treytirnar í loyvinum.
Eitt akfar má ikki nýtast til hýruvognskoyring, fyrr enn tað er góðkent til slíka nýtslu.
Akfarið skal m.a.:
vera góðkent til vinnuligan fólkaflutning,
vera innrættað til í minsta lagi 4 persónar, førarin íroknaður,
hava minst 4 hurðar,
ikki nýtast til fleiri persónar, enn tað er góðkent til,
hava kravda frámerking og útgerð sum hýruvognur.
Hýruvognurin skal hava sjónliga frámerking, so ferðandi kunnu síggja, at talan er um hýruvogn. Millum annað skulu upplýsingar um loyvishavara, akfar og møguliga hýruvognsstøð vera sjónligar í ella á akfarinum.
Galdandi hýruvognstakstir skulu vera í hýruvogninum og skulu kunna vísast ferðandi eftir áheitan.
Ikki er loyvt at krevja hægri gjald enn tað, sum er góðkent sambært galdandi reglum.
Tá hýruvognur er tøkur, skal førarin sum útgangsstøði taka við áheitan um koyring úr kommununi, um veg- og veðurviðurskiftini loyva tí.
Koyringin skal fara fram eftir skjótasta hóskandi vegi til staðið, sum ferðandi ynskir at koma til, uttan óneyðugan steðg. Um ferðandi ynskir annan veg, skal hetta undir vanligum umstøðum virðast.
Førarin hevur tó ikki skyldu at taka við ferðandi, um viðkomandi ikki er skikkaður at verða tikin við.
Ja. Eitt hýruvognsloyvi kann takast aftur, um loyvið ikki hevur verið í nýtslu í meira enn 3 mánaðir.
Loyvið kann eisini takast aftur, um loyvishavarin grovt ella ofta brýtur sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.
Loyvishavari kann eftir umsókn fáa loyvi til fyribils ikki at nýta loyvið í eina nærri ásetta tíð. Í slíkum føri skal loyvið latast inn til kommununa.
Avgerðir hjá býráðnum eftir hýruvognsreglugerðini kunnu kærast til landsstýrið innan 14 dagar frá tí, at avgerðin er fráboðað.
Tá hýruvognsloyvi verður lýst leyst, verður kunning um umsóknarfreist, treytir og neyðug skjøl kunngjørd á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.
Vanliga eigur umsóknin at upplýsa:
navn, bústað og samskiftisupplýsingar hjá umsøkjaranum,
upplýsingar um førararættindi til fólkaflutning móti gjaldi,
upplýsingar um ætlað akfar,
upplýsingar um royndir og skikkaðleika,
hvussu umsøkjarin ætlar at skipa tænastuna,
um koyringin verður rikin sum fulltíðarvinna.
Borgarar og áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Tvøroyrar kommunu fyri nærri kunning um hýruvognsloyvi og galdandi mannagongd.