Mýs og rottur

Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.
 
 
Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við Býráðsskrivstovuna á tlf. 611085 ella teldupost: rotta@tvoroyri.fo

Rottutýningin er ókeypis.
 
Fráboða rottu


Fyribyrging:

Best er at fyribyrgja so mýs og rottur ikki sleppa inn í hús og bygningar. Men sjálvt hús og bygningar

úr góðum tilfari kunnu hava brek sum eru trupul staðfesta.

Tað er av stórum týdningi at:

  • Vindeygu ikki standað opin.
  • Rútar eru heilir.
  • Luftslúsir eru útgjørdar við fíntmeskaðum neti úr galvaniseraðum ella rustføsutm stáltráði.
  • Allar rørgjøgnumføringar eru tættar.
  • Hurðar fella væl at.
  • Frárensl og kloakkir eru í lagi.
  • Ongi op eru sum rottur og mýs sleppa inn ígjøgnum.
  • Burturkast er í afturlatnum íløtum.

Týning innandura:

  • Eru mýs ella rottur komnar í bygningin skulu hesi týnast sum skjótast .
  • Týning innandura verður gjørd við fellum og ikki við eitri. Verður eitur nýtt innandura verður úrslitið, at deyðar rottur ella mýs liggja og sløðast í støðum sum ikki eru atkomilig og ramur roykur stendst av teimum. Somuleiðis verða tey klekistøð fyri skorðdýr av ymiskum slag.
  • Rottu og músafellur verða lagdar fram við veggjum har sum rottur og mýs helst koma.

Týning uttandura:
  • Uttandura skal eitur leggjast fram við húsaveggjum, í úthús og líknandi .
  • Eitri skal avskermast móti veðri og vindi, fugli v.m.
  • Eitri skal ikki leggjast beinleiðis á undirlendi men inn í ein kassa, eitt rør ella líknand i.
 
Mýs:

Í Føroyum finnst bert eitt músaslag nevnd heimamús ella mús (M us musculus )
Høvd + kroppur eru um 8 - 10 cm til longdar, meðan halin er eitt sindur stytri.
Mýs klatra framúrskarandi, og ungar mýs kunnu fara ígjøgnum rivurs um bert eru um 7 mm til víddar.
Mýs krevja lítið av vætu og kunnu liva í korn- og fóðurgoymslum, í pakkhúsum og líknandi. Mýs eru so at siga altetandi.
Mýs kunnu hava reiður í bjálvingartilfari millum skinns og hold, á loftum undir gólvi v.m. Mýs kunnu eta so ymiskt sum sápu, stearinljós, kitt og líknandi. Sjálvt um mýs bert eta um 3 g av fastari føði dagliga, so kunnu tær gera umfatandi skaða á træverk og bjálvingartilfar v.m. Eisini kunnu tær gnaga hol á el-innleggingar so skamlop og eldsbruni kann standast av hesum. Dálking av matvørum við skarnleivdum kann eisini viðføra smittuvanda .
 
Rottur:

Vanliga rottan í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus).
Rottan eru nærum altetandi, men dámar best kornúrdráttir. Dagliga etur rottan eina nøgd sum er umleið 1/10 av egnari vekt. Rottan skal hava atgongd til drekkivatn fyri at kunna liva. Rottur klúgva og svimja væl, men týdningarmesta amboðið er framtennirnar, sum kunnu gnagað í alt sum er bleytari enn jarn. Rottur kunnu oyðileggja stór virði við at eta ella dálkað matvørur og fóður, og kunnu gera stóran skaða á bygningar og installatiónir. Stórsta vandamálið er tó, at tær kunnu spjaða smittu við at dálkað matvørur við skarnleivdum.
 
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

News

3. oktober 2025
Nú veðurstøðirnar boða frá nógvum vindi í nátt, og serliga í morgin, verður heitt á borgarar og fyritøkur um at taka tað upp, ið liggur leyst og sløðist
30. september 2025
Kirkjuráðsval verður í Tvøroyrar kommunu, týsdagin 4. november 2025.
28. september 2025
Tvøroyrar kommuna leitar nú eftir nýggjum fíggjarleiðara, vegna at núverandi fíggjarleiðari gevst fyri aldur. Starvið er eitt týdningarmikið leiðarastarv í kommununi, har tú verður ábyrgdarhavandi fyri fíggjardeildini og partur av leiðslutoyminum.
28. september 2025
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til kunningar- og móttøkudepilin hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna)
21. september 2025
ALMENNUR BÝRÁÐSFUNDUR VERÐUR MÁNADAGIN 29. SEPTEMBER kL.17:00 Í BÝRÁÐSSALINUM Á TVØRAVEGI 37.
12. september 2025

test

Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.
 
 
Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við Býráðsskrivsto